Brøndby IF
From Wikipedia, the free encyclopedia
Brøndby IF er eitt av størstu fótbóltsfeløgum í Danmark og Norðurlondum. Felagið hoyrir heima í Brøndbyvester, sum er ein forstaður til Keypmannahavn. Felagið varð stovnað hin 3. desember 1964 við einari samanlegging av fótbóltsfeløgunum Brøndbyøster Idrætsforening (stovnað hin 10. oktober 1928) og Brøndbyvester Idrætsforening (stovnað hin 1. februar 1909). Besta mansliðið hjá felagnum, sum spælir í donsku Superliguni, spælir sínar heimadystir á Brøndby Stadion, har ið teir spæla í bláum brókum og sokkum og gulum troyggjum.
Skjót fakta Fult navn, Kelinavn ...
Fult navn | Brøndbyernes Idrætsforening | ||
---|---|---|---|
Kelinavn |
Drengene Fra Vestegnen (Dreingirnir úr Vesturbýnum) | ||
Stovnað | 3 desember 1964; 58 ár síðan (1964-12-03) | ||
Vøllur | Brøndby Stadion | ||
Ground Kapasitetur | 29.000 | ||
Formaður | Jesper Møller | ||
Venjari | Alexander Zorniger | ||
Deild | Alka Superliga | ||
2022/23 | Superliga, 5. | ||
Heimasíða | Heimasíða | ||
|
Lat aftur