Leicester City F.C.
From Wikipedia, the free encyclopedia
Leicester City Football Club, eisini kendur sum the Foxes (Revarnir), er eitt enskt fótbóltsfelag, ið spælir í Premier League. Felagið spælir heimadystirnir á King Power Stadium í Leicester.[2] Felagið flutti upp í Premier League eftir at hava spælt í næstbestu deildini í 2013–14 í eitt áratíggju. Heimastadion teirra, King Power Stadium, er tað 20. størsta í enskum fótbólti, har eru 32.312 sitipláss.
Skjót fakta Fult navn, Kelinavn ...
Fult navn | Leicester City Football Club | |||
---|---|---|---|---|
Kelinavn | The Foxes, (The Blues, City [lokalt]), trad. The Filberts | |||
Stovnað |
1884; 140 ár síðan (1884) (sum Leicester Fosse FC) | |||
Vøllur | King Power Stadium | |||
Ground Kapasitetur | 32.312[1] | |||
Eigari | King Power International Group | |||
Formaður | Aiyawatt Srivaddhanaprabha | |||
Venjari | Brendan Rodgers | |||
Deild | Premier League | |||
2018-19 | Premier League, 9. | |||
Heimasíða | Heimasíða | |||
|
Lat aftur
Leicester vann Premier League 2015-16 fyri fyrstu ferð. Táverandi venjarin hjá felagnum, Claudio Ranieri, var tann sami, ið var venjari hjá Grikkalandi, tá ið Føroyar vunnu móti Grikkalandi í Athen. Venjarin varð koyrdur og gjørdist venjari hjá Leicester City, har hann førdi liðið til meistaraheitið.