Premier League 2015-16
From Wikipedia, the free encyclopedia
Premier League 2015-16 var tað 24. umfari í Premier League og tað 117. umfari í bestu ensku fótbóltsdeildini. Sesongin byrjaði 8. august 2015 og skuldi eftir ætlan enda 15. mai 2016.[6] Men dysturin millum Manchester United og Bournemouth varð útsettur til 17. mai 2016, ið gjørdist seinasti leikdagur, hetta hendi orsakað av einum illgrunasamun pakka inni á stadion.[7]
Sesong | 2015–16 |
---|---|
Meistarar |
Leicester City 1. Premier League tittul 1. ferð enskur meistari |
Niðurflytari |
Newcastle United Norwich City Aston Villa |
Champions League |
Leicester City Arsenal Tottenham Hotspur Manchester City |
Europa League |
Manchester United Southampton West Ham United |
Dystir leiktir | 380 |
Mál skoraði | 1026 (2.7 pr. dyst) |
Topskorari | Harry Kane (25 mál)[1] |
Besti málmaður | Petr Čech (16 dystir reint mál)[2] |
Størsti heimasigurin |
Manchester City 6–1 Newcastle United (3 October 2015)[3] |
Størsti útisigurin |
Aston Villa 0–6 Liverpool (14. februar 2016)[3] |
Hægsta skoring |
Norwich City 4–5 Liverpool (23. januar 2016)[3] |
Longst vinnandi lið |
6 dystir[4] Tottenham Hotspur |
Longst ósigraða lið |
15 dystir[4] Chelsea |
Longsta skeið uttan sigur |
19 dystir[4] Aston Villa |
Longsta skeið við tapi |
11 dystir[4] Aston Villa |
Hægsta áskoðaratal |
75.415[5] Manchester United 2–1 Swansea City (2. januar 2016) |
Lægsta áskoðaratal |
10.863[5] AFC Bournemouth 1–3 Stoke City (13. februar 2016) |
Áskoðarar tilsamans | 13.851.698[5] |
Áskoðarar í meðal | 36.451[5] |
← 2014–15 2016–17 → |
Chelsea byrjaði sesongina sum verjandi meistari frá 2014–15 sesongini. AFC Bournemouth, Watford og Norwich City komu við í kappingina sum uppflytarar frá Football League Championship 2014-15.
Eftir at Leicester City akkurát kláraði at sleppa undan niðurflyting í undanfarnu sesong, gjøridst liðið nú á fyrsta sinni í 132 ára søgu felagsins vinnari av ensku Premier League og gjørdist harvið tað 24. felagið ið gjørdist enskur fótbóltsmeistari og sætta felagið ið vann Premier League.