Reindýr
From Wikipedia, the free encyclopedia
Reindýr (frøðiheiti: Rangifer tarandus) er einasta hjartarslag, har bæði bukkurin og hindin eru hornut. Kalldýrið nevnist bukkur, og kvenndýrið hind. Rein stavar frá norrøna orðinum hreinn. [2] Reindýr eru í USA, Kanada, Noregi, Finnlandi, Mongolia og á bæði Íslandi, Svalbarði og Grønlandi. Bæði bukkurin og hindin kasta hyrningin einaferð um árið frá hávetri til tíðliga á sumri, men ikki samstundis, nær veldst um aldur og kun. Bukkurin hevur størri hyrning. Bæði hind og bukkur hava horn, eisini nevnd hyrning. Bukkurin hevur fingið nýgnaddaðan hyrning aftur, tá ið tiðtíðin er í sept. Reindýr er morreytt um summarið, men gráhvítt um veturin, ljóst undir búkinum, randað við dimmari rípu. Halin er eisini hvítur og afturpartin. Feldurin er ógvuliga tættur, og nógv luft er í broddinum. Stórur bukkur vigar uml. 300 kg og er 140 cm upp á háryggin, men hindin er minni, hon vigar eini 80 kg. Kleyvarnar á reindýri er sterkt bygdar og kunnu spílast sundur, so at reindýrið betur fær gingið á bleytum lendi ella kava, og lagkleyvarnar standa í sporinum.
Reindýr | ||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Reindýr í Alaska | ||||||||||||||||
Varðveitingarstøða | ||||||||||||||||
Frøðilig flokking | ||||||||||||||||
| ||||||||||||||||