Missouri

From Wikipedia, the free encyclopedia

Missouri
Remove ads

Missouri (Enskt: State of Missouri) er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 5,9 mió. íbúgvum. Jefferson City er høvuðsstaðurin og størsti býurin er Kansas City. Í norðri hevur Missouri mark við Iowa, í eystri við Illinois og Kentucky, í suðri við Tennessee, Arkansas, og Oklahoma, og í vestri við Nebraska og Kansas.

Skjót fakta Flagg, Skjøldur ...

Eyknevni er Vísa-Meg-Staturin (enskt: The Show-Me-State).

Remove ads

Búskapur

Landbúnaður

Thumb
Mississippiá.

Alt stakríkið, sum tað er, er ein akur. Teir pløga heilt djúpt, síðani verður tung trumla drigin eftir veltuni, og til seinast verður saksað við einari heilt lættari harvu. Regnið setir nú beinanvegin niður í ta føstu moldina, og hon heldur vætuni í sær, til kornið fer at næla. Summastaðni, har avfallið er lítið, nýta teir ein veltingarmáta, sum teir nevna turrvelting (á enskum dry farming).

Men ein vandi er við hesum máti, um veturin, tá ið akrarnir liggja svartir, kann tað henda, at jørðin verður so uppturkað av frostinum, at moldin fer at fúka. So herviligt kann moldrokið vera í teimum turrastu plássunum, at menn, sum við stórum stríði hava velt jørð sína upp frá heilum, noyðast helt at geva uppat at velta korn, tí eingin mold er eftir. Eisini kann tað henda, tá ið regnið er av tí grova, at stríðar áir gerast í lægdunum, og tær taka so moldina við sær.

Remove ads

Størstu býir

Thumb
Landaøki og býir í Missouri

Teir 10 størstu býirnir eftir íbúgvatali vóru í 2019 í Missouri hesir:[1]

  1. Kansas City – 495 327
  2. Saint Louis – 300 576
  3. Springfield – 167 882
  4. Columbia – 123 195
  5. Independence – 116 672
  6. Lee's Summit – 99 357
  7. O'Fallon – 88 673
  8. St. Joseph – 74 875
  9. St. Charles – 71 028
  10. St. Peters – 58 212

Í høvuðsstaðnum Jefferson City búðu í 2019 bara 42 708 fólk.

Remove ads

Kend fólk úr Missouri

  • Mark Twain (1835-1910), rithøvundur
  • Calamity Jane (1852-1903), hernaðarligur skóti
  • Jesse James (1847-1882), brotsmaður
  • John Pershing (1860-1948), hermaður
  • Harry S. Truman (1884-1972), forseti í USA
  • T.S. Eliot (1888-1965), rithøvundur
  • Langston Hughes (1902-1967), yrkjari
  • Josephine Baker (1906-1975), dansarinnna
  • Jean Harlow (1911-1937), sjónleikarinna
  • Ginger Rogers (1911-1995), sjónleikarinna
  • William S. Burroughs (1914-1997), rithøvundur
  • Walter Cronkite (1916-2009), sjónvarpsmaður
  • Porter Wagoner (1927-2007), countrysangari
  • Eminem (*1972), rappari

Sí eisini

Ávísingar úteftir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Keldur

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads