Iowa

From Wikipedia, the free encyclopedia

Iowa
Remove ads

Iowa (enskt: State of Iowa) er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 3,0 mió. íbúgvum. Í norðri hevur Iowa mark við Minnesota, í eystri við Wisconsin og Illinois, í suðri við Missouri, og í vestri við South Dakota og Nebraska.

Skjót fakta Flagg, Skjøldur ...

Eyknevni er Heykurseygastaturin (enskt: The Hawkeye State).

Remove ads

Politikkur

Iowa er ein týdningarmikil statur hjá teimum, sum vilja gerast forsetavalevni hjá einum flokki í USA, tí har byrja undanvalini í februar. Tað er á undanvalunum, at stóru flokkarnir, demokratarnir og republikanararnir, finna fram til hvør gerst forsetavalevni. Stendur eitt valevni seg væl í Iowa, kann tað styrkja hann ella hana í hinum statunum. Hetta hendi hjá Barack Obama, tá demokratiski flokkurin hevði undanval í 2008.

Staturin hevur vanliga verið ein tryggur republikanskur statur, men Barack Obama vann statin í bæði 2008 og í 2012.

Remove ads

Búskapur

Landbúnaður

Thumb
Iowa er eitt slætt og lágt slættland. Hægsta punktið eitur Hawkeye Point (510 m.).

Alt stakríkið, sum tað er, er ein akur. Nú er at kalla øll tann ovurstóra fløtan uppdyrkað, og hon er av bestu jørð, fáa ella ongastaðni í heiminum heysta teir so nógv korn sum í Iowa. Summir garðarnir eru ovurhonds stórir, og teir hava eingi neyt ella onnur kríatúr. Alt arbeiði verður gjørt við maskinamboðum, teir pløga og saksa við harvum og traktorum, sum taka fleiri metrar fyri ísenn, sáa við stórum sáðmaskinum og heysta við stórum skurðtreskjarum, sum skera kornið, treskja tað og fylla tað í bilar, sum koyra aftaná, síðan verður tað koyrt heim og blást upp í tey stóru goymslubingini.

Norðuri í statinum verður hveitin sáað um várið, men sunnari, har kuldin er minni, verður hon sáað um heystið. Tað ræður um, at veðurlagið verður ikki ov turt, frá tí hveitin fer at næla, og til hon er rættiliga samanskotin. Men sjálvt um hetta lukkast, og kornárið sýnist at fara at verða av tí besta, so kann bóndin ikki vera vísur í, at árið kemur at vignast, stórir flokkar av ongsprettum kunnu setast í akrarnar, og so gera tær alt svart eftir einari løtu. Tað kann eisini henda, at tað verður stormur og frekur heglingsælingur, tá ið kornið er um at verða búgvið, og so legsast alt niður, so tað ikki kann skerast. Í august og juli fara teir at heysta inn, og tá ræður um at fáa turt veður.

Remove ads

Størstu býir

Thumb
Býir í Iowa

Teir 10 størstu býirnir í Iowa eftir íbúgvatali vóru í 2019 hesir:[1]

  1. Des Moines – 214 237
  2. Cedar Rapids – 133 562
  3. Davenport – 101 590
  4. Sioux City – 82 651
  5. Iowa City – 75 130
  6. West Des Moines – 67 899
  7. Ankeny – 67 355
  8. Waterloo – 67 328
  9. Ames – 66 258
  10. Council Bluffs – 62 166

Sí eisini

Ávísingar úteftir

  • Heimasíða hjá stjórnini: iowa.gov
  • Iowa, wikivoyage (á enskum)

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Keldur

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads