15. apríl er dagur 105 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 106 um skotár er). 260 dagar eru eftir av árinum. Dagurin eitur Olympia. Tær ljósu næturnar byrja. Navnið Olympia er til minnis um halga konu, sum varð tikin av døgum umleið ár 250 í Persiu.[1]

<< Apríl 2024 >>
Mi Fr Le Su
1234567
891011121314
15161718192021
22232425262728
2930
MMXXIV

Hendingar

  • 1865 - Abraham Lincoln, amerikanskur forseti, varð skotin 14. apríl og doyði dagin eftir.
  • 1912 - Tíðliga á morgni siglir ferðamannaskipið RMS Titanic á eitt ísfjall í norðatlantiska havinum. Stoyturin frá ísfjallinum hevur við sær, at skipið søkkur, og 1517 mans lata lív. Vrakið av skipinum verður ikki funnið fyrr enn í 1986.
  • 1922 - Kanadisku læknarinir Sir Frederick Grant Banting og John Macleod gera tað fyrstu insulinið.
  • 1930 - Deyðadómur verður avtikin í Danmark í borgaraligum sakarmálum.
  • 1945 - 35 hvítir bussar frá svenska og danska Reyða Krossi bjarga donskum jødum í KZ-leguni Theresienstadt í Tjekkoslovakia. Folke Bernadotte, greivi, hevði úr Týsklandi fingið loyvi at heinta danskar og norskar fangar til Svøríkis.
  • 1955 - McDonald's burgaraketan verður stovnað í Chicago í Illinois. Tað vóru brøðurnir Dick og Mac McDonald, sum høvdu fingið hugskotið við fast food í drive-in matstovum.
  • 1989 - 86 fólk vórðu kroyst til deyða á Hillsborough Stadion í Sheffild í Bretlandi, eftir at panikkur kom í undir steypafinaluni í fótbólti millum Nottingham Forest og Liverpool.
  • 2013 - Tvær bumbur brustu tætt við málstrikuna, meðan Boston Maraton var í gongd. Minst tvey fólk doyðu og fleiri vóru løstaði.
  • 2019 - Eldur í Notre-Dame-katedralinum. Dómkirkjan í Paris stendur í ljósum loga.

Føðingar

Andlát

Wikiwand in your browser!

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Every time you click a link to Wikipedia, Wiktionary or Wikiquote in your browser's search results, it will show the modern Wikiwand interface.

Wikiwand extension is a five stars, simple, with minimum permission required to keep your browsing private, safe and transparent.