1. februar - Atkvøðugreiðsla í Sveis niðurstemmar valrætt til kvinnur.
3. februar - Flogfar við tónleikarunum Buddy Holly, Ritchie Valens, og The Big Bopper dettur niður í Iowa, USA. Allir tríggir og flogskipari teirra lata lív. Vanlukkan verður seinni kend sum "The Day the Music Died".
30. juni - 21 næmingar lata lív, og meir enn 100 verða meiðslaði tá eitt amerikanskt krígsflogfar dettur niður og rakar Miamori Elementary School á japonsku oynni Okinawa. Flogskiparin klárar at sleppa sær úr flogfarinum áðrenn stoytin.[1]
15. juli - Verkafall tekur seg upp ímillum stál arbeiðarar í USA.
16. september - Fyrsta kopimaskinan kemur á marknaðin. Talan er um eina Xerox 914.
Mynd:Exposition Astérix à la BnF (10307363374).jpgEin Asterix samlifigurur26. september - Tropiska ódnin "Vera" rakar Japan, og verður roknað við at 5.098 lata lív, 38.921 verða meiðslaði, og 1.533.000 verða heimleys.
Ben-Hur við Charlton Heston í høvuðsleiklutinum. (Frumsýndur 18. november) Filmurin vinnur 11 Oscars-virðislønir. Eitt met sum ikki verður javnað fyrr enn 39 ár seinni í 1998 av filminum Titanic hjá filmsleikstjóranum James Cameron.
Sjónvarpsrøðir
CBS byrjar at vísa sjónvarpsrøðina The Twilight Zone (Frumsýnd 2. oktober) Røðin verður send í 5 ár frá 1959 - 1964.