1. februar í 1902 – fótbinding verður bannað í Kina; í 1908 – Carlos kongur og Luis prinsur í Portugal verða myrdir; í 1929 – Popey (Skipper Skræk) er at síggja fyri fyrstu ferð; í 1946 – NorðmaðurinTrygve Lie verður valdur til aðalskrivara í ST; í 1965 – Martin Luther King verður handtikin eftir borgararættindagonguna í Alabama; í 1992 – friðaravtalan, sum ST fekk í lag, byrjar í El Salvador
2. februar í 1913 – Grand Central Station, heimsins størsta tokstøð, letur upp í New York; í 1915 – Týskland byrjar kavbátablokadu móti bretsku oyggjunum; í 1972 – Vetrar Olympiadan í Tokyo í Japan byrjar; í 1989 – Suðurafrikanski forsetin Botha fer frá; eftirmaður hansara verður F.W. de Klerk; í 1990 – F.W. de Klerk hevjar bannið móti ANC, sum hevur vart í 20 ár
3. februar í 1911 – Ulrich Salchow verður fyri tíggjundu ferð heimsmeistari í listskoyting; í 1917 – USA kvettir diplomatiska sambandið við Týskland; í 1958 – fíggjarliga Benelux samgongan verður stovnsett; í 1966 – Sovjettiskt rúmdarfar ger eina bleyta lending á Mánanum; í 1969 – Yassir Arafat verður valdur leiðari í palestinska frælsisfelagsskapinum PLO; í 1981 – Gro Harlem Brundtland verður fyrsti kvinnuligi forsætismálaráðharri í Noregi; í 1989 – eitt hernaðarkvett støðgar einaræðinum hjá Alfredo Stroessner í Portugal; Stroessner sat við valdið í 35 ár
5. februar í 1922 - Fyrsta útgávan av Reader's Digest (Det Bedste) kemur út í USA; í 1931 - Bretski rasarakoyrarin Malcolm Campbell setur á Daytons nýtt heimsmet í at koyra skjótt á landi, ferðin hjá honum er 394 km/h; í 1987 - Iran fremur eitt rakettálop móti Bagdad í Irak; í 1994 - Serbiskar mortaragranatir raka eitt marknaðarpláss í Sarajevo, sum er fult av fólki;
8. februar í 1904 - Russiskt-Japanska kríggið brestir á; í 1974 - Tríggir amerikanskir astronautar venda aftur til Jarðar eftir at hava verið 84 døgn umborð á rúmdarstøðini Skylab; í 1985 - ANC-leiðarin Nelson Mandela sýtur fyri at sleppa leysur við teirri treyt at skula siga frá sær rættin at brúka vald; í 1992 - Vetrar Olympiada í Albertville í Fraklandi byrja;
9. februar í 1900 - Dwight Davis setur á stovn tenniskappingina Davis Cup; í 1927 - Eftir harðar bardagar verður kollveltingin í Portugal niðurbard; í 1969 - AmerianskaBoeing 747, heimsins størsta rutuflogfar, fer sína jómfrúferð; í 1984 - Sovjettiski leiðarin Andropov doyr. Eftirmaður hansara er Chernenko; í 1986 - Halastjørnan Haley kemur nærri sólini enn nakrantíð áður;
10. februar í 1906 - Skipið HMS Dreadnought verður sjósett; í 1910 - Fyrsti kvinnuligi piloturin flýgur solo; í 1923 - TýskarinWilhelm Röntgen, ið uppdagaði røntgenstrálur, doyr 77 ára gamal; í 1953 - Felagsmarknaður fyri kol og stál verður settur í verk millum fýra evropeisk lond;
12. februar í 1924 - Amerikanski pianisturin George Gershwin spælir fyri fyrstu ferð alment stykkið Rhapsody in Blue; í 1929 - Trotskij flýggjar til Turkalands; í 1947 - Franski sniðgevin Christian Dior kemur við sýningini, hann kallar "Nýtt Look"
14. februar í 1919 - Fólkasamgongan verður stovnað; Bolsjevikkar gera innrás í Estlandi; í 1952 - Vetrar Olympiada byrjar í Oslo í Noregi; í 1966 - Avstralia innførir decimalsskipanina; í 1989 - Ayatollah Khomeini sendir út eina fatwa móti høvundinum Salman Rushdie;
23. februar í 1913 - Frákoyrdi forsetin í Meksiko verður skotin; í 1981 - Sivilgardan herjar á spanska tingið - Cortes - eftir eina miseydnaða kvettroynd; í 1994 - Vápnahvíld millum Serbia og Kroatia í Bosnia; í 1999 - Stóra Bretland beinir fyri allari sínari goymslu av minum ætlaðum herfólki til gongu;