Asterix

From Wikipedia, the free encyclopedia

Asterix
Remove ads

Asterix er ein fronsk teknirøðshetja og høvuðspersónur í teknirøðini Asterix. Søgurnar handla um Asterix, sum er galli (rómverskt heiti á keltum í Fraklandi, Onglandi og í landnyrðingspartinum í Spania[1]), og fylgja vit honum og vinfólkum hansara í lítlu bygd teirra, ímeðan tey, ímillum onnur ævintýr, berjast ímóti Cæsar og rómarunum, sum royna at yvirtaka land teirra. Upprunaligi rithøvundurin til teknirøðina Asterix var René Goscinny, sum eisini skrivaði fleiri aðrar kendar teknirøðir sum Lucky Luke, Iznogood og Umpa-pa. Albert Uderzo teknaði tær fyrstu 34 bøkurnar í høvuðsrøðini um Asterix. Tá Goscinny doyði í 1977, helt Uderzo fram sum rithøvundur frá søgu nr. 25. Bróðir Alberts, Marcel Uderzo, hevur teknað søguna Les Douze Travaux d'Astérix, ella Asterix hertekur Rom, sum søgan nokk hevði itið á føroyskum. Fyri nøkrum árum síðani legði Albert Uderzo frá sær, og nú skrivar Jean-Yves Ferri søgurnar og Didier Conrad teknar tær.

Thumb
Thumb
Goscinny í 1971
Thumb
Uderzo í 2008

Tíverri eru søgurnar um Asterix enn ikki umsettar til føroyskt, men tær fáast á øllum hinum norðurlendsku málunum.

Remove ads

Teknisøgur

Ikki allar søgurnar blivu útgivnar í somu raðfylgju í Skandinavia sum upprunaliga; tá er danska, norska og svenska nummarið sett í klombrum eftir heitið. Frá 2021 og fram verða søgurnar útgivnar á donskum í rættari raðfylgju. Ikki allar søgurnar eru givnar út á íslendskum; tá er - sett í teigin. Allar søgurnar eru givnar út í Skandinavia í skreytheftum, men harafturat eru tær í tveimum ella trimum umførum savnaðar í bøkur.

Í 1980'unum komu allar táverandi søgurnar (1-27 og serhefti) út í 7 bókum á øllum trimum skandinavisku málunum. Á donskum nevndist bókarøðin Asterix luksusbind.

Frá 2001 til 2006 komu allar táverandi søgurnar út í so gott sum kronologiskari raðfylgju í eini bókarøð við 13 bókum. Bókarøðin kom á øllum trimum skandinavisku málunum; hon varð samprentað og hevði somu útsjónd og næstan sama heiti á øllum trimum málunum, Asterix – den komplette samling / samlede verk / den kompletta samlingen.

Síðani 2019 hevur danska forlagið Cobolt givið út Asterix-skreythefti og eina bókarøð, nevnd Den store Asterix. Í hvørjari bók eru 2 skreythefti og umleið 2×35 síður við tilfari um søgurnar.

Meira kunning Ár, Nr. ...
Remove ads

Filmar

Meira kunning Ár, Upprunaheiti ...
Remove ads

Sí eisini

Keldur

Ávísing úteftir

Loading related searches...

Wikiwand - on

Seamless Wikipedia browsing. On steroids.

Remove ads