1959 (MCMLIX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum hósdegi .
Fidel Castro í 1959 1. januar - Einaræðisharrin Fulgencio Batista flýggjar frá Havanna í Kuba , nú styrki Fidel Castros veksur.
2. januar - Herur Fidels Castro kemur til Havanna, Kuba.
3. januar - Alaska verður stakríki nummar 49 í USA .
4. januar - Uppreistrarfólk leidd av Che Guevara koma til Havanna, Kuba.
42 fólk lata lív í Kongo í einum matbardaga í millum løgreglumenn og lutakarar á ráðstevnu hjá Abako felagskapinum.
6. januar - Fidel Castro kemur til Havanna í Kuba .
8. januar - Charles de Gaulle verður forseti í Fraklandi .
9. januar - Petur Mohr Dam verður løgmaður í Føroyum .
12. januar - Motown Records verður stovnað í Detroit , Michigan í USA .
13. januar - Kubanskir kommunistar avrætta 71 fylgjarar av fyrrverandi einaræðisharranum Fulgencio Batista .
21. januar - Evropeiski Mannarættindadómstólurin verður settur á stovn.
30. januar - Danska ferðamannaskipið MS Hans Hedtoft, rakar isfjall ávegis til Keypmannahavnar frá Grønlandi . Skipið søkkur og øll 95 umborð lata lív.
1. februar - Atkvøðugreiðsla í Sveis niðurstemmar valrætt til kvinnur.
3. februar - Flogfar við tónleikarunum Buddy Holly , Ritchie Valens , og The Big Bopper dettur niður í Iowa , USA . Allir tríggir og flogskipari teirra lata lív. Vanlukkan verður seinni kend sum "The Day the Music Died ".
18. februar - Kvinnur hava valrætt fyri fyrstu ferð í Nepal .
9. mars - Fyrsta Barbie dukkan kemur á marknaðin.
11. mars - Holland vinnur Eurovision Song Contest við sanginum Een beetje.
6. apríl - 31. Oscar-virðislønin verður hildin í Hollywood . Gigi vinnur heiðurslønina fyri besta film.
27. apríl - Liu Shaoqi verður valdur statsleiðari í Kina . Hann tekur við av Mao Zedong .
30. juni - 21 næmingar lata lív, og meir enn 100 verða meiðslaði tá eitt amerikanskt krígsflogfar dettur niður og rakar Miamori Elementary School á japonsku oynni Okinawa. Flogskiparin klárar at sleppa sær úr flogfarinum áðrenn stoytin.[1]
15. juli - Verkafall tekur seg upp ímillum stál arbeiðarar í USA .
8. august - Flóð í Teivan hevur við sær at 2.000 lata lív.
15. august - Kypros fær fullveldi.
21. august - Hawaii verður statur nummar 50 í USA .
24. august - Kypros verður limur í Sameindu Tjóðunum .
16. september - Fyrsta kopimaskinan kemur á marknaðin. Talan er um eina Xerox 914.
Mynd:Exposition Astérix à la BnF (10307363374).jpg Ein Asterix samlifigurur 26. september - Tropiska ódnin "Vera" rakar Japan , og verður roknað við at 5.098 lata lív, 38.921 verða meiðslaði, og 1.533.000 verða heimleys.
29. oktober - Teknirøðsfigururin Asterix verðu at síggja fyri fyrstu ferð í fransk -belgiska myndarøðsblaðnum Pilote .
31. oktober - Ófriður tekur seg upp í Kongo .
1. november - Ófriður tekur seg upp í Ruanda .
14. desember - Makarios III verður valdur fyrsti forseti Kypros .
Ókendar dagsetningar
Sokkabuksur koma á marknaðin.
Fyrsti HIV smittaði persónur vitað er um doyr í Kongo í Afrika .
Kaspiski tikarin doyr út í Iran .
Íslenska løgreglan arbeiðir við fyrsta álvarsliga rúsevnismálinum í Reykjavík .
Cadillac árgangur 1959 kemur á marknaðin.
List
Filmar
Sleeping Beauty (Tornirósa) hjá Walt Disney (Frumsýndur 29. januar )
Ben-Hur við Charlton Heston í høvuðsleiklutinum. (Frumsýndur 18. november ) Filmurin vinnur 11 Oscars-virðislønir . Eitt met sum ikki verður javnað fyrr enn 39 ár seinni í 1998 av filminum Titanic hjá filmsleikstjóranum James Cameron .
Sjónvarpsrøðir
CBS byrjar at vísa sjónvarpsrøðina The Twilight Zone (Frumsýnd 2. oktober ) Røðin verður send í 5 ár frá 1959 - 1964 .
Emma Thompson í 2009. 12. januar - Per Håkan Gessle , svenskur tónleikari (Roxette)
22. februar - Kyle MacLachlan , amerikanskur sjónleikari (Twin Peaks )
16. mars - Jens Stoltenberg , norskur forsætismálaráðharri
18. mars - Luc Besson , franskur filmsleikstjóri (The Fifth Element )
3. apríl - David Hyde Pierce , amerikanskur sjónleikari (Frasier )
15. apríl - Emma Thompson , enskur sjónleikari (Sense and Sensibility )
17. apríl - Sean Bean , enskur sjónleikari (The Lord of The Rings )
22. mai - Morrissey , enskur sangari
29. mai - Rupert Everett , enskur sjónleikari (My Best Friend's Wedding )
11. juni - Hugh Laurie , enskur sjónleikari (House M.D. )
12. juli - Pól á Kletti , foroyskur rithøvundur (d. 2021 ).
26. juli - Kevin Spacey , amerikanskur sjónleikari (American Beauty )
29. september - Jon Fosse , norskur høvundur og leikskald
7. oktober - Simon Cowell , enskur tónleikaframleiðari og sjónvarpsdómari.
5. november - Bryan Adams , kanadiskur sangari.
22. desember - Rósa samuelsen , løgtingskvinna
31. desember - Val Kilmer , amerikanskur sjónleikari (Batman Forever )
3. februar
Buddy Holly , amerikanskur rokksangari. (f. 1936 )
Ritchie Valens , amerikanskur rokksangari (f. 1941 )
The Big Bopper (J.P. Richardson), amerikanskur rokksangari (f. 1930 )
17. juli - Billie Holiday , amerikonsk songkvinna. (f. 1915 )
Wikimedia Commons logo
"21 Die as Jet Hits School On Okinawa", Oakland Tribune , June 30, 1959, p1